28 Intensiv 8

Sjúkrarøktarfrøðingur til Intensivu deild, G1

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi? So hevur tú møguleikan nú.

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til G1. Talan er um eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 1.0 í skiftandi vaktum, frá 01.12.2024 til 31.12.2025. G1 umfatar intensivu deild, viðrakning og skaðastovu/bráðmóttøku.Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við bráðfeingis tørvi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og skjótt at skapa yvirlit
  • Vilja til fakliga menning og avbjóðingar
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • Intensiv serútbúgving og kliniskar royndir innan serøkini á deildini er ein fyrimunur

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Eitt dynamiskt og fjøllbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
  • Jaligt tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jonleyg Fossabrúgv, deildarleiðara á G1, tlf. 304500 lokal 5811, t-post jonfo@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 25.10.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós