25 Fyrisiting 11

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til fast starv hálva tíð í leiðbeiningini at byrja 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin verður í tann mun, tað ber til, skipað í samráð við starvsfólkini í leiðbeiningini.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Leiðbeiningin á sjúkrahúsinum er opin gerandisdagar frá kl. 8.00-15.30. Tvey fólk starvast í leiðbeiningini fast, umframt ein avloysari.

Uppgávurnar
Høvuðsuppgávurnar í leiðbeiningini eru at vegleiða fólk, ið hava ørindi á sjúkrahúsinum, og at svara høvuðstelefonini hjá sjúkrahúsinum. Har umframt eru eisini aðrar uppgávur knýttar at leiðbeiningini, m.a.

•    umsiting av kassa/banka
•    postavgreiðsla
•    skráseting av sjúklingum
•    at fyriskipa praktisk viðurskifti hjá sjúklingum, ið skulu í viðgerð uttanlands
•    aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit ynskja at tú
•    ert fyrikomandi og dugir væl at orða teg
•    ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
•    ert ábyrgdarfull/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
•    ert fleksibul og sært avbjóðingar fram um forðingar
•    hevur góðan telduførleika
•    dugir at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.

Royndir við umsiting av kassa kann vera ein fyrimunur. Skrivstovuútbúgving kann eisini vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.

Vit bjóða
•    eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har ongin dagur er eins
•    eitt áhugavert arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum fakbólkum og uppgávum
•    ein arbeiðsdag við nógvum samskifti og har tú hittir nógv ymisk fólk
•    skipaða innleiðslu.

Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Kundi tú hugsað tær at frætt meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 34 33 00 ella teldupost gunnbjorg@ssh.fo.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. oktober 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú kanst lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós