31 Bygningar LS 1

Ljósmóðir til Barnakonueindina, Familjudepilin

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ljósmóður til Barnakonueindina at byrja skjótast til ber. Talan er um vikariat fyri ljósmóður í barsilsfarloyvi, á brøk 0.75, fram til 31.08.2025.

Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. 

Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Um Barnakonueindina
Barnakonueindin er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primær geiranum. Í primær geiranum eru 7 ljósmøðraviðtalur runt landið. Á Landssjúkrahúsinum er skaðastovu-funktón fyri allar barnakonur í Føroyum, 3 føðistovur, ambulatorii og seingjadeild.

Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing. Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.

Eindin er ein spennandi og mennandi starvsstaður við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Viðtalur á Landssjúkrahúsinum, bæði í viðgongutíðini og eftir føðing
  • At varða av innløgdum barnakonum
  • At varða av barnakonum og avvarðandi undir føðing
  • At varða av mammu, barnið og nýggju familjuni dagarnar eftir føðing
  • Heimavitjanir
  • Føðifyrireiking

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
  • Ynski um at arbeiða innan alt virkisøkið
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • Smidleika í mun til vaktir og vilja til at taka eyka tak, tá tørvur er á tí
  • Førleika at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
  • Hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur stóran dent á felagsskap, trivna og menning
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rannvá D. Christiansen, leiðandi ljósmóðir í funktiónsleiðslu, á t-post ranch@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 15.09.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós