24 Læknaskrivarar 9

Læknaskrivari til Diagnostiska Depilin

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivara til læknaskrivaratoymið, at byrja tann 1. oktober 2024, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv á fulla tíð.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 50 eru staðsett á Diagnostiska Deplinum, sum umfatar Røntgdeild og Rannsóknarstovu.

Diagnostiski Depilin ger kanningar av ymiskum slagi, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar royndir sendar uttanlands at verða kannaðar og ella beskrivaðar.

Á Røntgendeildini starvast 1 funktiónsleiðari, 1 toymisleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 1 sjúkrarøktarfrøðingur.

Á Rannsóknarstovuni starvast 1 funktiónsleiðari, 4 toymisleiðarar, 1 patologur, umleið 30 bioanalytikarar, 1 skrivari og 1 hjálparfólk.

Í Læknaskrivaratoyminum eru 4 læknaskrivarar, sum arbeiða bæði á Røntgendeildini og Rannsóknarstovuni.

Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða í einum læknaskrivaratoymi, sum dekkar ymisk fakøki,  og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á bæði Røntgendeildini og Rannsóknarstovuni.

Arbeiðsuppgávur:

  • At bóka tíðir og innkalla sjúklingar til ymiskar kanningar/screening
  • Móttøka og skrásetan av sjúklingum
  • Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við kommunulæknar/sjúkrahús bæði innan- og uttanlands
  • Skriva røntgenfrágreiðingar og avgreiða patologisvar
  • Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi

Førleikakrøv:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari
  • Tú ert fyrikomandi, erlig/ur og positiv/ur
  • Tú hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú evnar at vera róligur, og hava yvirblikk tá nógv er at gera
  • Tú ert fakliga dugnaligur, støðugur, ágrýtin og dámar nýggjar avbjóðingar
  • Tú gevur títt íkast til góða sjúklingagongd við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú hevur hug at arbeiða fyri góðum samstarvi, bæði mono- og tvørfakligt, við positivari tilgongd til broyting av mannagongdum
  • Tú hevur vilja og áhuga í at miðla vitan á deildini og til aðrar sarvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
  • Eitt gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patolog, radiografar, bioanalytikarar og aðrar fakbólkar, umframt eksternar samstarvspartnarar og kontakt við sjúklingar
  • Spennandi uppgávur í góðum tvørfakligum umhvørvi, har arbeitt verður við SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini, sum eru karmar um allar kanningar, bókingar og svar
  • Felagsinnleiðsla á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er  18. september 2024

Vinarliga søk starvið her. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisu Frederiksberg, Funktiónsleiðara, Lisa.Frederiksberg@ls.fo , tel +298 304500, lokal 5507, ella Biritu K. Samuelsen, Funktiónsleiðara, tlf. 304500, lokal 5601, teldupost birje@ls.fo

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós