24 Læknaskrivarar 11

Leiðandi læknaskrivari til Psykiatriska depilin

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir leiðandi læknaskrivara at seta frá 01.11.2024 ella eftir nærri avtalu.

Sum leiðandi læknaskrivari verður tú partur av einum skrivaratoymi, sum umfamt leiðandi læknaskrivara er samansett av læknaskrivarum og skrivstovufólkum. Eisini verður tú partur av einum leiðslutoymi, sum er samansett av depilsleiðslu, deildarleiðarum og fakligum leiðarum. 

Uppgávurnar hjá leiðandi læknaskrivaranum eru, at:

  • Tryggja fakligu dygdina í læknaskrivarayrkinum so hendan er í trá við tørvin og menningina á Psykiatriska deplinum. 
  • Tryggja at tann einstaki toymislimurin og skrivaratoymið sum heild upplivir trivna og arbeiðsgleði - at tað er pláss fyri fakligari eins og persónligari menning.
  • Standa fyri upplæring av læknaskrivaranæmingum á deplinum. 
  • At halda fast í og vera við til at menna tvørfakliga samstarvi á deplinum.
  • Gera og dagføra mannagongdir og arbeiðsgongdir í mun til talgildar skipanir, umframt undirvísa í hesum. 
  • Vera við í innleiðsluni av nýggjum starvsfólki. 
  • Umsita sjúklingakærur og samskifti við Kærustovnin. 
  • Umsita tvingsilsskjøl og uppgerð av hesum.  
  • Umsita fyrispurningar frá ákæruvaldinum. 

Harumframt vil talan eisini vera um læknaskrivarauppgávur so sum visitering, innkalling av sjúklingum, umsiting av bíðilistum, journalskriving, avgreiðsla av kautiónum, reseptavgreiðsla, skráseting o.s.fr. 

KT-amboð í verða nýtt eru Microsoft Outlook, Office pakkin, Cosmic, Mirsk, 360 Journal og MyMedCards

Vit vænta at tú hevur

  • Útbúgving sum læknaskrivari.
  • Evni at raðfesta og skipa fyri.
  • Hug at arbeiða við leiðslu og verða virkin í leiðslutoyminum á deplinum. 
  • Hevur hug at arbeiða við menning
  • Góðan KT førleika og evnar at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir, tá tað er neyðugt.

Vit kunnu bjóða
Eitt fakligt spennandi starv, avbjóðingar við at arbeiða á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi við ymiskum fakbólkum umframt møguleikar fyri førleika- og dygdarmenning.

Vit standa fyri at flyta í nýggja H-bygningin og verða tá ymiskar broytingar í arbeiðsgongdum og skipanarligum viðurskiftum.

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 24. September 2024

Vinarliga søk starvið her. 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós