31 Bygningar LS 1

Farloyvisstarv sum leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska deplinum

Vit sóknast eftir einum avloysara fyri leiðandi sálarfrøðing til Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, í eitt farloyvisstarv frá 01.10.2024 til 31.08.2025. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Sum leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska deplinum hevur tú ein serligan møguleika at luttaka í menningini av sálarfrøðiliga viðgerðartilboðnum fyri psykiatriskar sjúklingar. Tú verður partur av einum depli í menning og hevur tú møguleika at seta tíni fakligu fingramerki.

Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum, tá tað snýr seg um vaksin fólk. Vit fevna um bæði ambulantar eindir og innleggingareind. Í dag eru vit fimm sálarfrøðingar, sum arbeiða í tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar. Kjarnuppgávan er útgreining, viðgerð og menning. Okkara visjón er ein Psykiatri á altjóða støði, eyðkend fyri nýhugsan og vilja vit hjálpa sjúklingum til ein betri gerandisdag.

Tú verður partur av einum depli, hvørs siðvenja er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður eisini við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Tín gerandisdagur sum leiðandi sálarfrøðingur
Sum leiðandi sálarfrøðingur stendur tú fyri fakligu menningini av sálarfrøðiligu viðgerðini á øllum deplinum í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna og funktiónsleiðslurnar fyri ambulantu eindina og innleggingareindina.

Tú verður fakleiðari og dagligur leiðari fyri sálarfrøðingunum á deplinum.

Tín sálarfrøðiliga leiðsluuppgáva umfatar fakliga leiðslu, har tú tryggjar sálarfrøðiligu menningina á deplinum, herundir at menna og tryggja sálarfrøðiliga útgreiningar á høgum støði og menna og víðka okkara psykoterapeutiska tilboð. Tú skalt leiða toymisfundirnar hjá sálarfrøðingunum og tryggja menning og samskipan av tvørfakligum  og monofakligari supervisjón á deplinum.

Tú vísir til depilsleiðsluna á Psykiatriska deplinum. Tú verður eisini ein virkin partur av Leiðslutoyminum, sum umfatar allar leiðarar og dygdarmennar hjá okkum.

Tú kemur eisini at hava kliniskar uppgávur í mín til førleikar og tørv.

Vit standa fyri eini spennandi broyting. Í ár flyta vit í nýggja H-bygningin, har størsti parturin av deplinum verður savnaður og hevur hetta við sær møguleikar fyri nýhugsan, um hvussu vit kunnu røkkja visjónini fyri psykiatriina.

Hvat eru okkara væntanir til tín?
Vit leita eftir einum leiðandi sálarfrøðingi, sum hevur autorisatión sum sálarfrøðingur. Hevur tú royndir við leiðsluuppgávum kann tað verða ein fyrimunur. Royndir innan psykiatri og ella kliniska sálarfrøði eru væntaðar og ein fyrimunur.  

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Kliniskt arbeiði
  • At skipa arbeiðið hjá sálarfrøðingum í mun til tilfeingi og tørv
  • Vera partur av leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum, og samstarva við depilsleiðsluna og funktiónsleiðsluna um innsatsøkir
  • Stuðla undir gransking í psykiatriini umframt arbeiða við dygdarmenning
  • Undirvísing og supervisión
  • Tryggja fakliga støðið í viðgerðini 

Harumframt ynskja vit, at:
Tú ert ein náttúrlig fyrimynd við stórari fakligari vitan. Við sterkari fakligari vitan, jaligum innlivingarevnum og náttúrligum sansi fyri at samstarva og netverka, so megnar tú at motivera og hugtaka fólk rundanum teg.

Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir. Við tínum evnum at organisera megnar tú at samstarva tvørfaligt og fáa ymiskleikan í spæl. Tú hevur eitt gott yvirlit yvir arbeiðsuppgávurnar, og tú megnar at viðvirka jaligt til at fasilitera samspælið millum ambulatorum og innleggingaeindina.

Tú hevur góða organisatoriska fatan og dugnaligur hugskotsgevi fyri hinar sálarfrøðingarnar og leiðarnar í leiðslutoyminum.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við depilsleiðsluna - leiðandi yvirlækna, Tormóður Stórá, lstost@ls.fo  ella leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, Eydnu Iversen Lindenskov, eydna.lindenskov@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 11.09.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós