Neyðtøkutilbúgving

Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kanst tú seta teg í samband við neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum á tel. 30 46 00. 

Tá tú kemur á sjúkrahúsið, verður ein sjúkrarøktarfrøðingur um teg, meðan tú verður kannað av serlækna í kvinnusjúkum. 

Tær nýtist ikki at melda tilburðin til Politiið, um tú setir teg í samband við okkum. Men vit goyma prógvini í 1 ár, um tú seinni ynskir at melda tilburðin. 
Um tú hevur tørv á víðari framferð, vegleiða vit teg í mun til aðrar myndugleikar.

Neyðtøkutilbúgvingin tekur sær av tær, sum hevur verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd innanfyri seinasta mánaðin, og seinastu 2 mánaðirnar, um tú hevur verið fyri tilburðinum uttanlands. Er longri tíð gingin, eigur tú at venda tær til tín kommunulækna.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós