MR skanning
MR stendur fyri magnetisk resonans. Meðan tú liggur inni í skannaranum, sum er ein stórur magnetur, verða radiobylgjur sendar inn í kroppin. Hetta ávirkar brintkjarnurnar í kroppinum, og fær tær at senda signal út, sum síðani verða móttikin av antennum. Við hjálp av teldutøkni verða signalini síðani gjørd um til myndir.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tak blóðroynd áðrenn kanning
Til nakrar MR skanningar er neyðugt at geva skuggaevni inn í æðrarnar (les meir um hetta undir punktinum "undir kanning"). Tá er neyðugt hjá okkum at hava eina blóðroynd av tínum kreatinini. Tú fært seðil til blóðroyndina útflýggjaðan frá ávísandi lækna/deild.
Tak tín heilivág sum vant
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, og tú kanst taka tín heilivág sum vant.
Pínustillandi ella sissandi heilivág
Hevur tú trupulleikar við at liggja still/ur vegna pínu, ella hevur tú lyndi til at fáa klaustrofobi, skalt tú seta teg í samband við ávísandi lækna. Hetta fyri at fáa pínustillandi og/ella sissandi heilivág.
Um tú ert við barn ella gevur bróst
Boða okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvussu ella hvat fyri kanning verður gjørd.
Nýt ikki smyrsl, smúkkur o.a. metal
- Áðrenn kanningina – og helst heimanífrá – skulu smúkkur og metallutir takast av.
- Tannprotesur, hoyritól, brillur o.l. verður tikið av beint áðrenn kanning.
- Okkurt smyrsl inniheldur metal, og hetta ávirkar myndagóðskuna. Tí skalt tú ikki nýta smyrsl á kanningardegnum.
- Sjúklingar við pacemake'ara og øðrum magnetiskum skurðísettum metalli, mugu ikki koma inn í MR skannarin, og skal ávísandi lækni tí altíð útfylla eitt skjal saman við sjúklinginum.
Børn til MR skanning
Skal barn títt til MR skanning er týdningarmikið, at barnið kennir seg trygt, soleiðis at tað kann liggja púra stilt til skanningina, og vit harvið fáa góða myndagóðsku. Tí er tað týdningarmikið at foreldur/avvarðandi fyrireika barnið væl til skanningina, soleiðis at barnið veit, hvat tað kann vænta á kanningardegnum.
Víst verður til heimasíðuna hjá Odense Universitetshospital www.hcand.dk, umframt HC And appirnar, har nógv gott tilfar til børn er at finna.
Undir kanning
Tú liggur á einari legu, sum verður koyrd inn í eitt magnetfelt, ið er formað sum eitt rør. Tað er ljós í holinum og eisini myndaeftirlit, soleiðis at radiografurin sum skannar, kann halda eyga við tær. Undir skanningini hoyrist larmur av skannaranum. Tú fært ein alarm í hondina, sum tú kanst trýsta á, um tú vilt hava samband við radiografin undir skanningini.
Tilsamans tekur skanningin ½ - 2 tímar, alt eftir hvat tú skalt kannast fyri. Við atliti til myndagóðskuna er tað ógvuliga týdningarmikið, at tú liggur heilt still/ur undir allari skanningini.
Tú fært oyraproppar ella -vernd
MR skannarin gevur nógvan larm frá sær, sum kann skaða hoyrnina, og tí fært tú útflýggjað oyraproppar ella oyrnavernd, sum tú skalt nýta undir skanningini. Møguleiki er eisini fyri at hoyra tónleik.
Um tú skalt hava skuggaevni
Til nakrar kanningar er neyðugt at geva skuggaevni inn í æðrarnar. Skuggaevni er ein klár væta, sum ger tað lættari hjá røntgenlæknunum at tulka myndirnar. Ein røntgenlækni metir um, um tú skalt hava skuggaevni í sambandi við kanningina. Um so er, fært tú eitt lítið katetur (venflon) lagt í eina æðr við eini nál. Skuggaevnið verður sprænt inn í æðrina undir skanningini, og tá ið skanningin er liðug, verður katetrið tikið úr aftur.
Eftir kanning
Um tú hevur fingið skuggaevni
Skuggaevni kann elva til ovurviðkvæmi, og tí skalt tú bíða í móttøkuni á Røntgendeildini í ½ tíma eftir, at tú hevur fingið skuggaevni. Ovurviðkvæmi kann m.a. vísa seg við kvalmu, spýggju, trongd ella skriða í hálsinum. Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni á Røntgendeildini.
Drekk ríkiligt
Drekk ríkiligt av vætu aftaná kanningina t.d. vatn, saft ella juice. Tá ið kroppurin fær nokk av vætu, hjálpur tú nýrunum at fáa skuggaevnið úr kroppinum aftur. Eftir einum døgni er alt skuggaevnið farið úr kroppinum við landinum og hetta hvørki sæst ella merkist.
Uppfylging
Svar uppá kanningina verður latið ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.
Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum2. hædd í B bygninginum
Leiðandi starvsfólk
Lisa FrederiksbergLisa.Frederiksberg@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.