31 Bygningar LS 1

Sjúkrarøktarfrøðingur til Børn og Ung Somatikk

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á Børn- og Ung Somatikk, ið er ein partur av Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Talan er um 1 starv á brøki 0.8 til setan frá 01.11.2024, ella eftir nærri avtalu, til 31.08.2025.

Um eindina Børn & Ung Somatikk
Eindin Børn & Ung Somatikk er fyri børn upp til 18 ár og umfatar:

  • Akuttmóttøku av børnum og ungum til útgreinan og viðgerð
  • Seingjadeild, har børn kunnu vera innløgd
  • Neonataleind fyri sjúkar nýføðingar og ov tíðliga fødd børn
  • Ambulatorii, har børn koma til viðtalu hjá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi.

Seingjadeildin og akuttmóttøkan av børnum og ungum er í løtuni staðsett á Barnadeildini B5 og Neonataleindin er staðsett á Føðideildini A2. Tá flutt verður í nýggja H-bygningin, verða hesar eindir lagdar saman.

Viðgerð og røkt til børnini í eindini verður gjørd í tøttum tvørfakligum samstarvi við fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini. Tikið verður móti børnum úr øllum landinum og innan allar somatiskar sergreinar, og eindin samstarvar eisini við onnur sjúkrahús og stovnar, heima og uttanlands. Eindin hevur regluliga vitjan av konsulentum innan barnaneurologi, barnaortopedi og barnakardiologi, barnaheumatologi, respiratiónsviðgerð v.m., og er útbúgvingarstaður innan fleiri serøki. Nógv ambulant virksemi fer fram í dagtímunum.

Á eindini starvast sjúkrarøktarfrøðingar og skrivarar. Fýra barnalæknar eru knýttir at eindini, og 1-2 útbúgvingarlæknar. Kostráðgevi, fysioterapeutur og ergoterapeutur eru somuleiðis knýtt at tvørfakliga toyminum á eindini. 

Arbeiðsuppgávur í Børn og Ung Somatikk eru í høvuðsheitum:

  • Útinnan av sjúkrarøkt, viðgerð innan sergreinarnar og samskipa sjúklingagongdirnar hóskandi til tann einstaka sjúklingin
  • Leiða, útinna, miðla og menna sjúkrarøktina á økinum m.a. við at vera aktivt luttakandi í mun til at leita fram nýggjastu vitan
  • Virka fyri, at barn og foreldur, uttan mun til sjúkuavgerð, koma væl ígjøgnum uppihaldið á eindini.

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning
  • Fakliga menning og eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði
     

Dentur verður lagdur á:

  • Danska autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Serligan áhuga at arbeiða við børnum á sjúkrahúsi
  • Góð evni og vilja at samstarva við børn og foreldur teirra
  • Hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Ábyrgdarkensla fyri at skapa góðan trivnað 
  • Kreativ/ur og fleksibul
  • Broytingarsinnað/ur

Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Herdis Ludvig, funktiónsleiðara fyri Børn & Ung Somatikk, á tlf. 274342 ella t-post herlu@ls.fo, ella Fróða Joensen, ábyrgdarhavandi serlækna á t-post frojo@ls.fo.

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknarfreistin er tann 03.10.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós