Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn
Vælkomin á Sjúklingahotellið Tórshavn
Vit vilja gera okkara besta fyri, at tú finnur teg væl til rættis á hotellinum. Tú er vælkomin, at spyrja teg fyri í Leiðbeiningini. Tørvar tær hjálp til røkt ella flutning, set teg í samband við okkara sjúkrarøktarfrøðingar í Leiðbeiningini.
Niðanfyri kanst tú lesa um praktisk viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri teg meðan tú ert her.
Til tíðir eru øll seingjapláss upptikin á Sjúklingahotellinum Tórshavn, Neyðugt er tá, at bóka sjúklingar og fylgjarar inn á onnur hotell í býnum.
Korona kanning innan fráferð úr Føroyum
Sjúklingar og avvarðandi, sum skulu búgva á sjúklingahotellinum, skulu ikki longur kannast fyri Covid-19 smittu innan fráferð úr Føroyum. Hetta bleiv galdandi frá 29. apríl 2022.
Minst til at halda frástøðu, hosta í albogan og at lufta væl út á kamarinum.
Komudagur
Tá tú kemur á Sjúklingahotellið Tórshavn, tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti tær og gevur vegleiðing um praktiskar umstøður.
Tú verður biðin um, at boða sjúkrarøktarfrøðinginum frá, nær viðgerð ella kanningar eru skrásettar, soleiðis at vit best kunna samskipa viðgerðargongdina saman við viðgerðarstaðnum.
Vinarliga kunna teg um, hvør leið verður nýtt til viðgerðarstaðið. Hetta kann vera við bussi ella toki. Vit hava vegleiðingar, ið hjálpa tær at finna øll viðgerðarstøðini.
Hevur tú valt annað stað at sova enn á Sjúklingahotellinum Tórshavn, verður tú vinarliga biðin um at siga frá á skrivstovuni.
Vælkomstsamrøða
Vit royna altíð at miðja eftir at halda vælkomtssamrøðu við teg innan 24 tímar eftir komu.
Leiðbeining
Leiðbeiningin er opin millum kl. 07-23:00.
Vaktarskifti er millum kl. 7:30 og 8:00 um morgunin og aftur kl. 15:00 til 15:30, og í hesum tíðarskeiðum er leiðbeiningin stongd. Sjúkrarøktarfrøðingur kann tó altíð hittast við at ringja +45 77336464 og síðan trýsta á 2.
Ringir tú frá telefonini á kamarinum, skal tú einans trýsta á 8. Hetta er eisini galdandi um náttina.
Lyklar
Tú fært ein lykil, sum er til kamarið og eitt chip til úthurðina. Minst til at lata lykilin inn aftur við fráferð
Rudding og reingerð av kamari
Fólk úr Reingerðini byrja at gera kømur klár kl. 8:00 um morgunin. Tú verður tí biðin um at vera uppi, soleiðis at tey sleppa framat. Vit vænta, at tú til tínar førleikar reiðir songina og ruddar eftir tær. Undantikin eru sjúklingar, ið ikki megna hettar.
Skift verður á seingini aðru hvørja viku og hjá sjúklingum eftir tørvi. Í vikuskiftinum verða bert felagshølini reingjørd, um annað ikki er avtalað. Hevur tú spurningar, verður tú biðin um at venda tær til reingerðingsfólk ella sjúkrarøktarfrøðing.
Er títt uppihald á sjúklingahotellinum í longri tíð, og hevur tú sjálv/ur hug at halda kamarið, ber til at fáa reingerðingslutir til hetta á kamarið.
Koyring
Við komu til sjúklingahotellið, hevur sjúkrarøktarfrøðingur skriva teg upp til koyring við okkara bussi. Hareftir skalt tú sjálv/ur skriva teg á koyrilistan áðrenn kl 18.00 dagin fyri, at tú skalt møta á viðgerðarstaðnum. Koyrilistin liggur á diskinum í reseptiónini.
Tá tú skalt aftur á sjúklingahotellið, verður tú biðin um ringja beinleiðis til bussin um avheintan á tel. +45 28993046. Bíðitíðin kann vera upp til 2 tímar báðar vegir.
Um tú ikki ynskir at bíða eftir bussinum, men vilt ferðast á annan hátt, er tað fyri egnan kostnað.
Veking
Veking kann bíleggjast á skrivstovuni til kl. 22.00. Um tygum skulu upp áðrenn kl. 7.00, kunnu tygum lána ein vekjara
Hondreinføri
Vit heita á øll búgvandi um at vaska hendur áðrenn fari verður til felagsmáltíðir, umframt sum heild at vísa gott hondreinføri, orsakað av at nógvir sjúklingar hava niðursetta immunverju. Hándspritt er eisini at finna í matstovuni.
Peningur, ferðaseðlar og annað
Vit kunnu goyma pening, ferðaseðlar og aðrar virðislutir fyri teg í pengaskápinum á skrivstovuni.
Royking
Sjúklingahotellið er roykfrítt og her búgva ofta sjúklingar, ið ikki mugu útsetast fyri royk. Tað er tí umráðandi, at eingin roykjur á kamarinum. Roykjast er bert loyvd á ávístum staði uttanfyri.
Rusk
Á endanum á gonguni er eitt rúm við einum svørtur ruskposa til vanligt rusk, tó ikki glas, nálir ella annað hvast. Alt rusk skal vera í einum afturlatnum posa, áðrenn tað verður koyrt í ruskposan.
Stórar pappeskjur skula klappast saman og stillast inn í sama rúm. Her er eisini ein linnedposi til skitið linned.
Nálir og annað hvast skal handast sjúkrasystrini á skrivstovuni.
Fráferð
Tað er umráðandi, at tú gevur skrivstovuni boð beinanvegin, tá tú veitst, nær viðgerðin ella kanningar eru lidnar. Um pláss er, ber til at búgva á Sjúklingaheiminum til dagin eftir.
Avvarðandi verða eisini biðin um at siga frá, nær farið verður heimaftur til Føroya. Ynskt verður, at avrokning verður dagin fyri fráferð ella seinast kl 09.00 ferðadagin. Skrivstovan bíleggur pláss fyri teg.
Til Kastrup Lufthavn
Vit skipa fyri felagsflutningi til flogvøllin. Farið verður av Sjúklingahotellinum umleið 2½ tíma áðrenn flogi verður.
Fyri at kamarið kann gerast klárt til næstu gestirnar, verður tú biðin um at vera liðug/ur kl. 10.00. Um tú ikki hava orku at fara úr kamarinum kl. 10.00, verður tú vinarliga biðin um at venda tær til sjúkrarøktarfrøðing.
Samband
Deild
Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn2100 København Ø
Danmark
Leiðandi starvsfólk
Lene Halliglene.hallig@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.