Vegleiðing í sambandi við útskav
Eftir at tú hevur fingið fosturtøku og fingið eina útskavan, er vanligt við løttum eymleika í undirlívinum og blóðugum floti í einar 10 dagar.
Í hesum tíðarskeiði er vandin fyri undirlívsbruna øktur. Tí eigur dentur at vera lagdur á reinføri. Um møguleiki er til tess, ráða vit tær til at skola tær í neðra nakrar ferðir dagliga.
Meðan tú bløðir, verður frárátt at:
- brúka tamponir
- fara í bað
- hava samlegu
- svimja.
Boða lækna frá:
- um tú bløðir sum menstruatión ella meir
- um tú fært undirlívspínu
- um tú fært fepur.
Tú fært eggloysn um 14 dagar, og sostatt er møguleiki at gerast við barn longu áðrenn næstu menstruatión, sum annars kemur um umleið 1 mánað.