Skurðviðgerð fyri ov stóran prostata
Prostata er ein kertil, sum situr inni undir bløðruni og ringir seg um ovasta partin av urinrørinum.
Hjá flestu monnum veksur prostata við aldrinum, og kemur kertilin harvið at trýsta urinrørið. Hjá summum ger hetta tað trupult at kasta sær av vatninum. Hetta verður kallað ov stórur prostata.
Sjálv skurðviðgerðin kann vara umleið ein tíma. Harumframt fer tíð - bæði fyri og eftir skurðviðgerð - við fyrireiking, doyving og viðraking.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Far í bað um kvøldið ella morgunin áðrenn skurðviðgerðina.
Vaska tær væl við vatni og sápu – serliga í neðra, undir forhúðini og í nalvanum. Far í rein klæði. Tak ur og aðrar prýðislutir av. Ikki smyrja kroppin við kremi eftir baðið, tí
tað ger tað trupult at reinsa húðina áðrenn skurðviðgerðina.
Áðrenn skurðviðgerð verður journalupptøka gjørd.
Skurðviðgerðin verður antin gjørd undir fullari doyving ella undir ryggdoyving.
Læknin, sum skal skurðviðgera teg, tosar fyrst við teg um skurðviðgerðina. Aftaná samrøðuna verður tú doyvdur.
Tað er vandi fyri komplikatiónum við hvørjari skurðviðgerð.
Við hesari skurðviðgerðini er vandi fyri at fáa blóðtøpp í beinini. Fyri at minka um vandan fært tú eina sproytu við blóðtynnandi heilivági antin áðrenn ella eftir skurðviðgerðina.
Undir viðgerð
Undir skurðviðgerðini førir læknin ein kikara og eina lítla elektriska sleingju inn gjøgnum urinrørið, sum tekur av prostata, soleiðis at leiðin í landgøgnunum verður
størri.
Undir skurðviðgerðini verður eitt katetur lagt í bløðruna. Katetrið skolar bløðruna reina fyri blóð, og tú skal hava tað í, til bløðran ikki bløðir meir. Tástaðni kann katetrið takast úr.
Eftir viðgerð
Um tú hevur trupult við at tøma bløðruna eftir katetrið er tikið úr, verður tað lagt í aftur, og verður tú útskrivaður við katetrinum. Um so er, fært tú eina tíð til at taka katetrið úr nakrar dagar eftir, tú ert útskrivaður.
Tað er umráðandi at koma skjótt úr songini eftir skurðviðgerðina og at koma í gongd við at røra seg. Tað minkar um vandan fyri fylgjum. Tú kanst vænta, at vit biðja teg reisa teg úr songini longu nakrar tímar eftir skurðviðgerðina og koma upp at ganga. Vit stuðla tær í tí, sum tú hevur tørv á.
Tað er umráðandi at fáa fysioterapi við kokubotnsvenjingum eftir skurðviðgerðina.
Tá ið tú ert komin heim, mást tú halda teg í frið tær fyrstu 2-3 vikurnar eftir skurðviðgerðina. Tí mást tú ikki lyfta nakað tungt, hava samlegu, renna ella súkkla. Tú kanst vænta at verða sjúkrameldaður í eina viku eftir skurðviðgerð.
Trongdin at pissa er meiri máttmikil fyrstu tíðina eftir skurðviðgerðina, og tú kanst hava trupult við at halda uppá vatnið. Hetta kallast urininkontinens. Tað kann verða trupult at náa út á vesið til tíðina, og tí er kanska neyðugt at brúka eina lítla blæu í stutta tíð. Varandi urininkontinens eftir skurðviðgerð kemur sjáldan fyri.
Tað er vandi fyri bløðrubruna, tá ið tú ert skurðviðgjørdur í urinleiðunum. Rivur kunnu vera á urinrørinum og bakteriur koma í. Tú kanst fyribyrgja bløðrubruna við at drekka ríkiligt av vatni, so bløðran verður skolað væl ígjøgnum.
Um tú fært sjúkueyðkenni - s.s.:
- fepur
- varandi svia, tá ið tú kastar tær vatnið
- illaluktandi ella gruggut land
- ella pissar títtari dagliga
skalt tú lata inn eina urinroynd hjá tínum kommunulækna.
Tú kanst hava lætta pínu ella ampa í bløðruni og urinrørinum eftir skurðviðgerðina. Pínustillandi, sum fæst í handkeyp, kann linna. Vit mæla til, at tú keypir hetta áðrenn skurðviðgerðina.
Blóð í urininum eftir skurðviðgerðina
Fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina kann urinið verða reydligt ella myrkt, og tú fært títtari og knappligari vatnlát við eitt sindur av svia.
Umleið 10 dagar eftir skurðviðgerðina fara sárskorpurnar innvortis at detta av, og tað kann koma blóð í urinið aftur.
Um tú drekkur tveir litrar av vatni dagliga, verður bløðran skolað væl ígjøgnum. Um blóðið ikki fer burtur, er myrkt ella blóðsveitar eru í, set teg so í samband við lækna.
Tú kanst vænta, at sáðavgongan kann verða øðrvísi eftir skurðviðgerðina. Sáðið kann renna upp í bløðruna ístaðin og tømist næstu ferð, tú kastar tær av vatninum.
Uppfylging
Roknast kann við at tað ganga 3-4 mánaðir, áðrenn vit kunnu meta um úrslitið av skurðviðgerðini.
Tú verður innkallaður til kontroll áleið seks mánaðir eftir skurðviðgerðina. Tá kanna vit megina av urinstráluni, og hvussu væl tú tømir bløðruna.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Samband
Deild
Skurðambulatoriið á Klaksvíkar SjúkrahúsiHent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.