Ískoytisreglurnar fyri Ozempic broyttar

Ískoytisreglurnar fyri diabetesheilivágin Ozempic broyttust tann 25. november 2024. Fær ein Ozempic, kann heilivágurin tí gerast nógv dýrari enn áður. Ískoytið verður eisini strikað á øllum reseptum, ið eru skrivaðar áðrenn tann 25. november.

Set teg í samband við okkum á Steno Miðstøðini, so kunnu vit finna útav, um tú framvegis kanst fáa ískoyti til heilivágin, ella um vit skulu finna tær annan heilivág. 
Hevur kommunulækni veitt tær Ozempic-viðgerðina, so er tað kommunulæknan, tú skalt seta teg í samband við.

Vinarliga,

Steno Miðstøðin
J. C. Svabosgøta 41-49
Útistova
FO-100 Tórshavn
diabetes.amb@ls.fo

Læknaskrivari svarar gerandisdagar millum kl.10.30 - 12.30, tlf. 30 46 40. 
Sjúkrarøktarfrøðingur svarar gerandisdagar millum kl.13.00 - 14.00, tlf. 30 45 00 lokal nr. 6226.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós