Endurvenjing eftir heilabløðing
Ergo- og fysioterapiin tekur sær av endurvenjing av sjúklingum við apopleksi.
Les faldara um endurvenjing her.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Eftir avtalu við sjúkrahúsdeildina kemur fysioterapeutur og ergoterapeutur á sjúkrahúsdeildina at meta um tína støðu. Út frá hesum leggja teir eina ætlan fyri tína endurvenjing.
Undir viðgerð
Byrjað verður varliga við rørsluvenjingum. Hetta kann vera alt frá at koma upp at sita, standa ella bara at venda tær í seingini. Fyrstu dagarnar venja vit á deildini. So hvørt sum støðan batnar, heldur venjingin fram í Ergo- og fysioterapiini. Vit meta um loypandi og økja um torleikan í venjingini, so hvørt sum tú tekur teg fram í fysisku venjingunum.
Tað eru nógv atlit at taka í mun til tína støðu. Vit skulu hava í huga, at tørvur møguliga verður á heimavitjan, hjálpartólum o.a. Tá tú ert til reiðar til útskriving, hava vit tikið øll neyðug atlit, soleiðis at heimið og aðrar umstøður hesum viðvíkjandi eru nøktandi.
Eftir viðgerð
Við útskrivan fært tú eina tíð til ambulanta venjing. Vit venja tríggjar ferðir um vikuna í umleið 3-6 mánaðir. Eftir hetta ert tú vælkomin at venja í Ergo- og fysioterapiini tvær ferðir árliga.
Uppfylging
Endurvenjingin krevur tætt samskifti við teg og tíni avvarðandi.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðaribenadicta@ks.fo Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.